Seinastu dagarnar hevur talið á nýggjum smittutilburðum verið vaksandi í Suðurkorea.
Fríggjadagin vórðu 103 tilburðir skrásettir, leygardagin 166, og í dag eru 279 tilburðir lagdir afturat. Áðrenn hevði dagliga talið á nýggjum tilburðum annars ligið undir 100 síðan apríl, skrivar New York Times.
Nýggjasta talið er hægsta talið, sum er skrásett í eitt samdøgur síðan mars, og var hetta eisini fyrstu ferð í fimm mánaðir, at talið á nýggjum tilburðum var hægri enn 200.
267 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið eru smittað í høvuðsstaðnum Seoul og í økinum nærindis.
Heilsumyndugleikarnir hava illgruna um, at økingin í smittutilburðum hevur samband við eina kirkju, sum hevur funnist at suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in.
Meginpartuin av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna seinastu dagarnar, hoyra eisini til Sarang Jeil kirkjuna í Seoul, og eina aðra kirkju í Gyeonggi-landslutinum.
Sambært Worldometers.info eru 15.318 koronatilburðir staðfestir í Suðurkorea, og 305 eru deyð við smittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald