Uttanlands

Suðurkorea vil hava umbering frá Ukraina

Mikudagin avdúkaði ukrainski forsetin, at Ukraina hevði tikið tveir norðurkoreanskar hermenn til fanga og handað teir til Suðurkorea.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj helt røðu á ST-aðalfundinum í farnu viku (Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj helt røðu á ST-aðalfundinum í farnu viku (Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-28 07:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkorea krevur eina umbering frá Ukraina, sum sambært Suðurkorea hevur almannakunngjørt eina loyniliga avtalu um flyting av norðurkoreanskum krígsfangum.

Skrivstovan hjá suðurkoreanska forsetanum sigur, at Ukraina hevur víst aftur, at avtalan skuldi vera loynilig, og tað hevur skatt álitið millum stjórnirnar í teimum báðum londunum.

Tað var mikudagin, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á ST-aðalfundinum í New York segði, at Ukraina hevði flutt tveir norðurkoreanskar krígsfangar til Suðurkorea.

Talan var um tveir mans, sum høvdu strídst á russisku síðuni í krígnum móti Ukraina og sum vórðu tiknir av ukrainskum herdeildum.

Zelenskyj greiddi frá, sambært Ritzau, at tað er ikki lætt at fáa fatur á norðurkoreanskum herfólkum á lívi, og royndi ein teirra at taka sítt egna lív, tá hann sá, at hann fór at verða tikin.

Suðurkoreanski forsetin, Lee Jae-myung hevur síðani sagt, at hann harmast um, at Ukraina avdúkaði fangaflytingina, tí partarnir vórðu blivnir samdir um ikki at gera almanankunngera tað.

Sambært Reuters vórðu norðurkoreanararnir tiknir í russiska Kursk-landslutinum í januar 2025.

Teir báðir menninir vóru teir fyrstu norðurkoreanararnir, sum vórðu tiknir á lívi, eftir at Norðurkorea fór uppí kríggið millum Russland og Ukraina í 2024.

Zelenskyj segði í fjør, at hann vildi handa norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un fangarnar, um tað var møguligt at skipa fyri fangaflytingini.

Norðurkorea og Suðurkorea eru í roynd og veru framvegis í kríggi. Stríðið millum londini frá 1950 til 1953 endaði við einari vápnahvíld, men ein formlig friðaravtala varð ongantíð gjørd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder