Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol fer ikki at luttaka í fyrsta rættarfundinum í ríkisrættarmálinum, sum er reist móti honum orsakað av hernaðarligu undantaksstøðuni, sum hann lýsti í desember.
Tað upplýsir Yoon Kab-keun, sakførari hjá forsetanum, sum er sendur til hús, meðan málið verður viðgjørt.
Yoon er stúrin um trygdina, og tað er orsøkin til, at hann ikki ætlar sær at møta upp. Hann er sinnaður at møta upp, tá trupulleikarnir eru loystir, sigur sakførarin. Hvørjir trygdartrupulleikar talan er um, verður ikki upplýst.
Eftir ætlan verða fimm rættarfundir millum 14. januar og 4. februar. Teir verða hildnir uttan mun til, um Yoon møtir upp ella ikki, skrivar Ritzau.
Yoon verður m.a. kannaður fyri uppreistur í sambandi við undantaksstøðuna í desember, og er hann fleiri ferðir biðin um at møta upp til avhoyringar, men enn eru avhoyringar ikki gjørdar. Tí vórðu boð givin um at handtaka hann síðst í desember, og fyrst í hesum mánaðinum royndi løgreglan at handtaka Yoon í privata bústaði hansara, men trygdarfólk forðaðu løgregluni í at sleppa framat.
Tað er ongantíð hent fyrr, at ein sitandi forseti í Suðurkorea er blivin handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald