Uttanlands

Suðurkoreanski forsetin sleppur ikki at ferðast úr landinum

Hann verður í løtuni kannaður fyri landasvik

Yoon Suk-yeol, forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Yoon Suk-yeol, forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2024-12-09 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol hevur fingið ferðabann og sleppur tí ikki at ferðast úr landinum, upplýsir ein ónevndur embætismaður úr suðurkoreanska løgmálaráðnum sambært Ritzau.

Bannið er galdandi, meðan hann verður kannaður fyri m.a. landasvik í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti týsdagin í farnu viku. Tað var fyrstu ferð síðan 1980, at hernaðarlig undantaksstøða varð lýst í Suðurkorea.

Hósdagin fekk fyrrverandi verjumálaráðharrin, Kim Yong-hyun, eisini ferðabann. Hann legði frá sær hósdagin, og sunnudagin varð hann handtikin.

Kim Yong-hyun sigst at vera tann, sum heitti á forsetan um at lýsa undantaksstøðu, sum tó varð sett úr gildi aftur nakrar tímar seinni, eftir at ein meiriluti í tjóðartinginum atkvøddi fyri at koyra hana úr gildi.

Tað var í sjónvarpsrøðu týsdagin, at Yoon Suk-yeol lýsti undaktasstøðu og legði andstøðuna undir at hava samhuga við Norðurkorea. Hann hevur síðani biðið um umbering.

Andstøðan royndi leygardagin at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum, men meiriluti var ikki fyri hesum.

Les eisini: Suðurkorea: Forsetin sleppur undan ríkisrættarmáli


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder