
17. juli fer georgiski landsluturin Suðurossetia eftir ætlan at hava fólkaatkvøðu um at gerast partur av Russlandi. Tað sigur fráfarandi forsetin í økinum, Anatolij Bibilov.
Alan Gagloev, sum tekur við sum forseti 24. mai sigur seg eisini vilja hava fólkaatkvøðu um innliman í Russland, men hann heldur, at Russland skal vera partur av ætlanini.
– Vit mugu skilja okkara strategiski samstarvsfelaga (Russland, red.). So skjótt har er eitt tekin, so skjótt sum vit skilja, at tíðin er komin, fara vit heilt vist at hava fólkaatkvøðu, sigur hann sambært Ritzau.
Uml 60.000 fólk búgva í Suðurossetia, sum liggur við markið til Norðurossetia, sum er partur av Russlandi.
Russland hevur viðurkent Suðurossetia og økið Abkhasia sum sjálvstøðug lýðveldi, eftir at Russland hersetti økini í 2008. Síðan tá hevur Russland stuðlað hesi øki, og hava íbúgvar m.a. kunnað fingið russiskan ríkisborgaraskap, og fíggjarligan stuðul úr Russlandi. Eisini eru túsundatals russisk herfólk í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald