Mikukvøldið var nýtt sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroynni, og fyrireikararnir vóru ovfarnir av góðu uppmøtingini til stovnandi aðalfundin í SALT í Drelnesi, skrivar Sjálvstýri á Facebook.
– Stovnanin av Suðuroyar Sjálvstýrisfelag er ein týðandi partur av, at Sjálvstýri brynjar seg til nýggjar tíðir og avbjóðingar.
Í nýstovnaða lokalfelagnum í Suðuroynni eru 32 limir.
Á aðalfundinum vórðu viðtøkurnar fyri felagið einmælt samtyktar, og fyrsta nevndin varð vald.
Í nevndini eru:
- Snæbjørn Bærendsen, formaður, Froðba
- Jógvan Midjord, næstformaður, Hov
- Hans C. Poulsen, kassameistari, Hvalba
- Jónhild Nybo, skrivari, Trongisvágur
- Haldis Michelsen, nevndarlimur, Froðba.
Tiltakslimir:
- Niels Hammer, Hov
- Jákup Ludvig, Hvalba
Tað verður Snæbjørn Bærendsen, sum verður fastur limur í landsnevndini, og Hans C. Poulsen, sum er varalimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald