Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2023 eftir skatt var 6,1 mió. kr. Í 2022 var úrslitið 1,9 mió. kr.
Ein høvuðsorsøk til betraða ársúrslitið 2023 er, at inntøkurnar frá virðisbrøvunum vuksu við 4,7 mió. kr. frá 2022 til 2023, sigur sparikassin í tíðindaskrivi.
Í 2022 góvu virðisbrøvini eitt tap á -1,2 mió. kr., meðan tey í 2023 góvu ein vinning á 3,5 mió. kr.
- Í 2023 høvdu vit viðvind á nógvum frontum, eitt nú innan virðisbrøv og rentur á virðisbrøvum fyri fyrstu ferð hesi skjótt 20 árini, sum eg havi verið stjóri. Tó meta vit, at 2023 var eitt serliga heldigt ár og hetta ikki verður gongdin framyvir, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
Grundraksturin øktist úr 5,8 mió. kr. í 2022 upp í 9,8 mió. kr. í 2023, ella við 59 prosentum. Útlánini hækkaðu við 7,8 prosentum í 2023, innlánini hækkaðu við 1,3 prosentum.
Realkedittfíggjaði lán lækkaðu við 10 prosentum. Í dag eru 23 prosentum av øllum 1. veðrættum fíggjaðir við realkreditt – fyri fimm árum síðani var hetta talið 0 prosent. Komandi árini væntar Suðuroyar Sparikassi stóran vøkstur innan realkreditt
Solvensurin øktist úr 22,3 prosentum upp í 25,0 prosent. Vit eru enn í holt við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025, sigur sparikassin.
Suðuroyar Sparikassi livir longu nú upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025, afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 4,3 prosent stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 25,0 prosent.
Komandi árini verða eitt nú kapitalkrøvini herd, so neyðugt er at vera væl bjálvaður, tí alt hetta fer at ávirka solvensin. Suðuroyar Sparikassi arbeiðir støðugt við at lúka nýggju krøvini. Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2024 verður positivt við á leið 5,5– 6,5 mió. fyri skatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald