Innanlands

Suðuroyar Sparikassi gott úrslit í fjør

2,6 milliónir standa eftir á botnlinjuni hjá Suðuroyar Sparikassa í fjør í mun til 600.000 krónur árið frammanundan

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-25 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2021 gjørdist munandi betri enn undanfarna ár, tí fyri skatt var tað 2,6 mió. kr  samanborið við 0,6 mió. í 2020.

Grundraksturin øktist úr 3,6 mió. upp í 3,7 mió. Samstundis øktist solvensurin úr 20,1 prosent í 2020 upp í 22,2 prosent. Eins og ætlað, lækkaðu innlánini við 12,2 prosentum úr 752 mió. kr. niður í 670 mió. kr.

Sera stór framgongd var innan realkredittfígging og realkredittlánini øktust við 78 prosentum. Hetta er 24 prosent av øllum 1. veðrættunum hjá Suðuroyar Sparikassa og ein tvífaldan sammett við 2020.

Útlánini lækkaðu við 4,5 prosentum - úr 553 mió. kr. niður í 529 mió. kr, men um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, var samlaða økingin á útlánsøkinum 2,2 prosent í 2021.

[object Object](Savnsmynd)

- Í 2021 sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt og við ársenda hevði Suðuroyar Sparikassi veitt 12 prosent av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum í 2021, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið, men vit eru enn í holt við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 %, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025. 

Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 3,3 % stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 24,0%. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg at røkka við vanliga rakstrinum, sum er robustur.

Broytingar í nevndini eftir aðalfundin 24. mars 2022
Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa varð hildin í gjár, 24. mars 2022. Mannbjørn Tausen stillaði ikki uppaftur eftir 15 ár í nevndini og nýggjur nevndarlimur er Jákup F. S. Olsen. Nevndin í Suðuroyar Sparikassa takkaði Mannbirni fyri hansara megnar arbeiði hesi árini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder