Innanlands

Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar

Renturnar á bæði inn- og útlánsrentu hækkar við fjórðings prosentstigi, eins og evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin gjørdu herfyri

2023-08-09 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin um ólavsøkuna hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum, hevur Suðuroyar Sparikassi eisini gjørt av at hækka sínar út- og innlánsrenturnar.

Út- og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 prosentstigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 18. september í ár.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder