Innanlands

Suðuroyar Sparikassi hevur havt eftirlitsvitjan

Fekk boð um at broyta nøkur viðurskifti. - Vit eru væl nøgd við vitjanina og hava longu framt kravdu krøvini, sigur Søren Brun stjóri

2025-03-03 17:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í september 2024 var Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan í Suðuroyar Sparikassa, har øll høvuðsøkini vórðu kannað.

Í samband við vitjanina hevur Suðuroyar Sparikassi fingið nøkur boð (påbud) um at broyta ymisk viðurskifti. Hesi snúgva seg í stóran mun um at dagføra politikkir og mannagongdir, umframt at tryggja skilnað millum váða- og complianceøkið og onnur øki, soleiðis at áhugamálsstríð ikki uppstendur.

Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk 62 útlán, sum eru 22 prosent av samlaðu útlánunum, og niðurskrivaði 0,2 prosent av teimum samlaðu útlánum, umframt at Fíggjareftirlitið hækkaði leiðslumetingina av niðurskrivingini 0,2 prosent orsakað av modelótryggleika. Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin við 0,7 prosentum - upp í 11,5 prosent: 0,2 prosent fyri rakstrarváða og 0,5 prosent fyri veikar kundar yvir 2 prosent av basiskapitalinum.

- Samanumtikið er Suðuroyar Sparikassi vælnøgdur við vitjanina, og frágreiðingin er tikin til eftirtektar, og hevur longur framt kravdu krøvini. Vit liva longu upp til øll kapiallógarkrøv. Arbeiðið at styrkja kapitalin er í gongd, soleiðis at vit liva upp til kapitalkrøvini í stresstestini í 2027, sigur Søren Bruhn, stjóri.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum er tøk á heimasíðuni ss.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder