Fíggjareftirlitið hevur gjørt eina harða og eina bleyta stressroynd av kapitalstøðuni hjá sparikassanum. Harða stressroyndin svarar til, at sparikassin tapir 6,2 % av samlaðu útlánunum og ábyrgdunum yvir tvey ár (36,0 mió. kr. eftir skatt), og 4,7 % af samlaðu útlánunum og ábyrgdunum yvir tvey ár (27,2 mió. kr. eftir skatt) í bleytu stressroyndini. Orsakað av hesum, metir Fíggjareftirlitið, at sparikassin er ov illa kapitalbjálvaður. Harumframt vísir Fíggjareftirlitið á, at sparikassin hevur ein lágan grundrakstur, sum er 0,5 %.
Harða makrobúskaparliga stressroyndin byggir á søguliga størstu niðurskrivingarnar av útlánum, ið sparikassin hevur havt. Hetta var í 1993, mitt í kreppuárunum, og vóru tær 4 %. Afturat hesum verða løgd 55 %.
Bleyta stressroyndin byggir á sama tap frá 1993 á 4 %, har 17,5 % verða løgd afturat. Undir altjóða fíggjarkreppuni var samlaða undirskotið hjá sparikassanum (í 2010 og 2011) 3,7 mió.
Tað er orsakað av hesum báðum stressroyndunum umframt lága grundrakstrinum, at sparikassin hevur fingið eitt påbud (boð) frá Fíggjareftirlitinum um at gera eina lýsing av tiltøkum, sparikassin ætlar at seta í verk fyri at økja um grundraksturin og styrkja kapitalbjálvingina.
Sparikassin er samdur í, at grundraksturin er lutfalsliga lágur. Hetta kemst av ”forretningsmodellinum” hjá stovninum, har talan í størsta mun er um húsafígging innanfyri 80% marknaðarvirðinum. Í tí óvanligu støðu, at føroysku privathúsaprísirnir lækka við 25%, hevði solvensurin hjá sparikassanum bert lækkað við 1 prosentstigi, soleiðis, at sparikassin enn lýkur kravið fyri 2019.
Sparikassin hevur í 2019 hildið fram við arbeiðinum at styrkja grundraksturin og hevur longt ábyrgdaralánið fram til 2030. Harumframt varð grundkapitalurin styrktur í november 2019 við eini kapitalhækkan á 4,7 mió. kr..
Núverandi solvensur hjá sparikassanum er 17,7 % eftir kapitalhækkanina á 4,7 mió. kr. Hetta merkir, at sparikassin lýkur samansetta buffarakravið fyri 2020. Tískil er sparikassin nú einans 1,6 prosentstig frá at lúka samlaða kapitalkravið fram til 2025. Samansetta buffarakravið fyri sparikassan í 2025 er 19,3% (súla I, súla II og NEP-kravið, kapitalbevarings- og systemisku buffarakrøvini) og harða kravið er 13,9% (súla I, súla II og NEP-kravið).
- Suðuroyar Sparikassi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald