
Suðuroyar Sparikassi broytir nú síni tænastugjøld og rentur. “Tillagingar” verður tað kallað, og broytingarnar koma í gildi frá 21. januar 2021.
Broytingarnar verða gjørdar fyri at betra um og tillaga raksturin til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.
Higartil hava privatkundar rindað negativa rentu av upphæddini, sum er yvir 250.000 krónur. Hetta markið verður nú sett niður á 100.000 krónur, so at negativ renta verður kravd at tí upphædd, sum er omanfyri 100.000 krónur.
Á øðrum samansparingarkontum verður rentan lækkað við upp til 0,2 prosentstig, men samstundis lækkar markið fyri, nær kontur við 3, 12, og 18 mánaðar uppsøgn fáa negativar rentur – úr 2.500.000 krónum niður á 1.000.000 krónur.
Negativ renta á 0,75 prosent verður sostatt rindað av tí upphædd, sum er oman fyri eina millión krónur.
Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 prosent og hartil verða nýggj og dagførd tænastugjøld eisini ásett.
Yvirlit yvir rentur og tænastugjøld verður dagført á heimasíðuni www.ss.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald