
8. februar hevði Suðurstreymoyar Útróðrarfelag aðalfund. Hetta var samstundis, sum felagið kundi hátíðarhalda sín 50 ára føðingardag.
– Felagið hevur øll hesi árini arbeitt fyri at varðveita og betra um viðurskiftini hjá útróðrinum í Suðurstreymi - og eisini ofta um viðurskiftini hjá útróðrinum í øllum landinum sum heild, sigur felagið, sum við omanfyri 20 limum metir seg vera einasta aktiva útróðrarfelag í landinum.
Í sambandi við aðalfundin var eisini nevndarval á skránni. Mortan Johannesen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu 15 árini, bar seg undan afturvali.
Nýggjur formaður er Jógvan Trondesen Andreasen.
Beint eftir valið skipaði nevndin seg, og nevndin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er nú skipað soleiðis:
- Jógvan Trondesen Andreasen, formaður
- Ragnar Hentze, næstformaður
- Carl August Arge, skrivari
- Doru Tiberiu á Torvlaðnum, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald