2021-02-26 19:08

Fólkakirkjan søkir eftir vikari til Suðuroyarstreymoyar vestara prestagjaldi. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 15. apríl til 15. juli 2021, men starvstíðin kann møguliga verða longd nakrar mánaðir.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir. Vesturkirkjan, Argja kirkja, Kirkjubøar kirkja og kirkjan í Hesti.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, so sum stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald