Mentan

‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag eftir Ingibjørg Hansen

Sangurin lýsir støðuna hjá kvinnu, ið er vorðin kensluliga drigin at manni, ið hon veit, ikki verður hennara. Sjangran er poppur og opera

2026-04-09 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sangarinnan Ingibjørg Hansen er úti við sínum fyrsta staklagi, sum ber heitið ‘’Suffer in Silence’’.

Sangurin er nú tøkur á stroymingtænastum sum Spotify, Apple Music, Youtube o.s.fr.

Ingibjørg hevur sjálv skrivað orð og lag til sangin, og Hans Poulsen hevur lagt tónleikin til rættis.

‘’Suffer in Silence’’ er sangur, ið lýsir støðuna hjá kvinnu, ið er vorðin kensluliga drigin at manni, ið hon veit, ikki verður hennara. Í leitanini úr støðuni valdar stríð millum kenslur og skil, og kvinnan líður í tøgn. At enda lítur kvinnan afturá ,og hevur lært at viðurkenna støðuna, sum hon er.

Huglagið í yrkingini hoyrist aftur í sanginum og tónleikinum, sum spenna víða frá tí stilla og milda til tað meiri villa og dramatiska. Bæði klassisk og rytmisk ljóðføri skapa ljóðmyndina og sjangran er pop opera.

Til ber at hoyra nýggja staklagið við at trýsta á leinkið niðanfyri:

Avrikslisti
Orð og lag: Ingibjørg Hansen.
Lagt tónleikin til rættis: Hans Poulsen.
Upptikið í IntroVers Studio, Runavík.
Strúkarar eru tiknir upp í FAME’S Skopje Studio, Norðurmakedonia.
Framleiðsla, ljóðbland og frumband: Hans Poulsen/IntroVers Studio.

Tónleikarar:
Ingibjørg Hansen: Sangur.
Hans Poulsen: Klaver, gittar, trummur, synth.
FAME’S Skopje Studio Orchestra: Streingir.
Útgevari: TUTL


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder