Innanlands

Súkkla hægstu fjallatindar fyri Sclerosufelagið

Alfred Hummeland og Regin Reinert Petersen hava givið sær eina stóra avbjóðing

2022-06-20 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður kallað Danmarkar harðasta vælgerðarátak og tann ultimativa ítróttarliga avbjóðingin á tveimum hjólum.

Tveir føroyingar, Alfred Hummeland og Regin Reinert Petersen, hava tikið av avbjóðingi, kallað Cykelnerven, sum snýr seg um at súkkla tey avgerandi Tour de France fjøllini til tess at savna inn pening til gransking í sclerosu.

Stríðið móti sclerosu er langur og í mótbrekku fyri tey knapt 18.000 fólkini í Føroyum og Danmark, sum í dag liva við hesi sjúku, og teirra familjur. Eitt stríð, tey ikki megna at vinna einsamøll.

Tí taka súkklararnir í Cykelnerven hvørt ár hesa avbjóðingina upp, og súkkla víðagitnu fronsku fjallatindarnar til tess at savna inn pening til gransking í hesa ólekjandi sjúku.

Sum sponsorur til súkklararnar í Cykelnerven gevur tú øllum við sclerosu eina ómetaliga hjálp á vegnum til tað stóra málið: Ein heimur uttan sclerosu.

Til tað fer at eydnast, arbeiðir sclerosufelagið í Føroyum saman við tí danska sclerosufelagnum fyri at betra um lívið hjá teimum nærum 18.000 fólkunum í Føroyum og Danmark og teirra familjur, sum berjast við sjúkuni hvønn dag.

Tað er fyri teimum og teirra vón um eina bjartari framtíð, at Cykelnerven kempar fyri á teimum fronsku fjallatindunum.

Meira kunning á heimasíðuni hjá Sclerosufelagnum   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder