Innanlands

Súkklutiltak ávirkar ferðsluna í Havn sunnudagin

Í sambandi við Huldulitt verður skipað fyri súkklutiltaki, og tí verða fleiri vegir stongdir frá kl. 16.30 til 17.30 í morgin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-02-08 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna er Huldulitt á skránni í Havn, og í hesum sambandi verður skipað fyri súkklutiltaki sunnudag seinnapart.

Talan er um eina súkklurekkjukoyring, sum byrjar í parkeringskjallaranum í SMS klokkan 16. Súkklað verður oman í miðbýin, niðan aftur, kring SMS og inn aftur í parkeringskjallaran, har lutakast verður um vinningar millum øll luttakandi, skriva fyriskiparar um tiltakið.

Hetta hevur við sær, at fleiri vegir í miðbýnum í Havn verða stongdir í morgin frá klokkan 16.30 til 17.30, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Talan er um hesar vegir:

  • Oman Pisuvarða
  • Undir Pisuvarða
  • Hoydalsvegur niðan til Oman Pisuvarða
  • Niels Finsens gøta frá Hoydalsvegnum oman til Vaglið
  • Sverrisgøta frá Niels Finsens gøtu
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu til Vágsbotn
  • Mylnugøta

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder