Gamla kioskin í Steinatúni er nú súkklutún. Hølini eru dagførd, og súkklandi eru vælkomin at parkera súkkluna í lívd fyri veðri og vindi, skrivar Tórshavnar kommuna.
Uttanfyri er ein tænastustøð til súkklur. Har súkklur kunnu fáa luft í dekkini, og til ber at gera smáar ábøtur á súkkluna við amboðum, sum eru á støðini.
Hølið í Steinatúni kann framvegis nýtast sum bíðirúm hjá teimum, sum nýta bussarnar, og vesini eru enn opin fyri almenninginum.
Átakið at gera almenna súkkluparkering í Steinatúni er partur av Súkkluárinum 2020, sum kommunan setti á rull við ársbyrjan. Súkkluárið fevnir um fleiri átøk, sum hava til endamáls at betra um umstøðurnar fyri ferðandi á súkklu í Havn umframt at varpa ljós á grøna ferðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald