Ein stórur másafuglur av albatros-slagi var um dagarnar sæddur út fyri Vestfirðum í Íslandi.
Hetta er bert triðju ferð, at hetta fuglaslagið, sum á føroyskum kallast súlukongur, er sætt í Íslandi. Í 1966 og 1968 var ein sæddur við Vestmannaoyggjar, og í 2018 og 2019 sást ein súlukongur – íslendingar rópa fuglin svaltrosi – sæddur við Faxaflóa, skrivar ruv.is.
Ein filmur av sjáldsama gestinum er at síggja undir hesi greinini á RÚV.
Tað vóru mykinesfólk, sum góvu hesum fuglinum navnið súlukongur. Í 1800-talinum búleikaðist ein fuglur av hesum slagnum í heili 34 ár millum súlurnar í Mykineshólmi. Súlukongurin doyði av einum byrsuskoti hin 11. mai 1894.
Fyrr í ár gjørdi Magni Arge eina ljóðmynd um sjáldsama gestin í Mykineshólmi. Ljóðmyndin “Súlukongurin í Mykinesi” varð send dýra biðidag.
Hoyr sendingina her: Súlukongurin í Mykinesi
Sambært Wikipedia sóu mykinesfólk aftur ein súlukong í 2019. Møguliga hevur tað verið tann sami, sum íslendingar sóu tá.
Súlukongur er rættiliga nógv størri enn súla. Veingjabreiðið er um tveir metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald