Innanlands

Sum á ólavsøku

Í nátt vóru fult av fólki í býnum, serliga í høvuðsstaðnum, men kortini hevur verið friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-14 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í sambandi við føstulávint í nátt, serliga í miðbýnum í Havn. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini var sum á ólavsøku.

– Har vóru nógv fólk inni á skeinkistøðunum, og tá alt lat aftur, var eisini stappað úti á gøtunum.

Norðanfyri vóru tó ikki líka nógv fólk inni á skeinkistøðunum, millum 20 og 40 fólk.

Hóast fult av fólki var í býnum, hava fólk kortini skikkað sær væl, og hevur talan verið um eina stak friðarliga nátt, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder