2024-05-19 13:53
Tað sær ikki gott út í miðbýnum í høvuðsstaðnum í dag.
Nógv fólk var í býnum í nátt, og full fólk órudda illa. Tað sæst týðiliga á myndunum, sum arbeiðarafeløgini hava tikið í Havn í morgun.
Vanliga eru tað verkafólk hjá Tórshavnar kommunu, sum taka upp eftir býarlívinum og syrgja fyri, at býurin er nossligur. Men nú eru arbeiðarafeløgini í verkfalli, og alt liggur og flýtur við pitsaeskjum, brotnum gløslum, plastikk bikarum og øðrum óruddi í miðbýnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald