Summar Festivalurin avlýstur

Arbeitt verður at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-28 22:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsins størsta tónleikatiltak verður ikki hildið í ár. Summar Festivalurin boðar í kvøld frá, at eingin festivalur verður hildin í 2020. Orsøkin er koronusmittan.

Myndugleikarnir hava boðað frá, at eingin stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august, og eingi útlit eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt. Tí hevur Summar Festivalurin nú tikið endaliga støðu um, at festivalurin verður ikki hildin í ár.

– Vit harmast, at vit mugu avlýsa, men vit hava ikki annað val. Tilmælini um frástøðu og avmarkingar í at savna fólkamongdir gera, at vit kunnu ikki halda Summar Festivalin í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.

Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin í 2020, verða galdandi til Summar Festivalin í 2021, sum verður hildin 5. til 7. august. Arbeitt verður við at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Um onkur ynskir at lata sítt atgongumerki innaftur og fáa pengarnar endurgoldnar, kann tað gerast í seinasta lagi 31. juli 2020. Á heimasíðuni sf.fo kann meira lesast um, hvussu atgongumerki kunnu latast innaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder