Komandi tíðina verður ein rúgva av spennandi tiltøkum í Tórsgøtu í Havn. Anton Liljedahl hevur útgávukonsert í Perluni, og Lightout Trio og Hettaher hava konsert í Reinsarínum.
Leygarkvøldið verður konsert við Svavar Knúti og Guðrið Hansdóttir í Reinsarínum, og vikuskiftið endar við Stellusa Barnabasari.
Anton Liljedahl
Í kvøld hevur Anton Liljedahl útgávukonsert í Perluni. Við sær hevur hann bólkin Mark the Messenger. Í februar 2019 fór Anton Liljedahl til víðagitna ‘Svenska Grammofonstudion’ í Göteborg, at taka sína fyrstu EP upp. “Summarnætur” er ein EP við summarsligum tónum og kemur sum eitt frískt lot inn á tann føroyska tónleikapallin.
Mark the Messenger er ein nýggjur, spennandi bólkur á føroyska tónleikapallinum, ið bleiv stovnaður í mars 2018. Genran er ein blanding av modernaðum og progressivum poppi við nøkrum íblandaðum jazz elementum.
Hettaher
Í sambandi við summartónar verður konsert við Lightout Trio og Hettaher í Reinsarínum í annaðkvøld. Lightout Trio spæla alt frá barokk til nýggjari tónleik, og Hettaher hava sett saman eina víðfevnandi røð av ljómlitum frá akustiskari og elektroniskari útgerð.
Leygarkvøldið verður konsert við Svavar Knúti og Guðrið Hansdóttir í Reinsarínum. Vit hava hoyrt tey saman og hvør sær, har tey hava borðreitt við tónleiki á hægsta stigi. Hetta kvøldið verður onki undantak.
Svavar Knútur og Guðrið Hansdóttir eru vinfólk, og hava fyrr spælt konsertir saman í Føroyum, Íslandi og Týsklandi. Eisini kenna vit Svavar frá ársins sangi í 2015, Tokan, sum hann skrivaði saman við Marius Ziska. Svavar hevur fyri kortum latið útgavuna Ahoy! Side A úr hondum, sum hevur fingið sera góð ummæli.
Stellusa Barnabasarur verður í Perluni sunnudagin. Hetta er ein basarur, har børn og foreldur kunnu selja leikur, klæðir o.a, sum hava tørv á nýggjum heimi. Til hvønn barnabasar verður eisini undirhald, tónleikur og ein barnavinarlig matskrá.
Næsta fríggjakvøld, 21. juni, verður høvi at hoyra bólkin Resterne af Rigsfællesskabet í Perluni.
Resterne af Rigsfællesskabet er samansettur av Jesper Pedersen (modular synthesizer), Heðin Ziska Davidsen (modular synthesizer, elektronics) og Miké Thomsen (sang, drum dance).
Saman hava teir millum annað spælt konsertir á Iceland Airwaves off-venue, Raflost og Mengi.
Lív í Baianstovu
Leygarkvøldið 22. juni verður konsert í Reinsarínum við Lív í Baianstovu og Ari Bjarkason.
Hetta kvøldið framføra tey orð og løg hjá Lív við sangi, rútmum, gittari og klarinett.
5. juli verður eitt hugnaligt og gátuført kvøld í Reinsarínum við bólkinum, sum kallar seg Elvito, sum fer at kynda undir huglagið til eitt dárandi summarkvøld í Tórshavn
Elvito er verkætlan hjá Rasmusi Borðoy og Bastian Petersen, ið eru búsettir í Keypmannahavn. Tónleikurin hjá teimum samansjóðar elektroniskt indie við tropiskar luteindir, ið skapar ein hugaheim, sum teir báðir búgva djúpt innií. Teir fortelja søgur um, hvussu tað kennist at vera á lívi í einum samfelagi við ov miklari ferð og ov lítlum samhuga.
Elvito
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald