Mentan

Summarframsýning um rúm í list

Fjølbroytt framsýning við 12 listafólkum latin upp í Steinprenti

Partur av veggmálningi, sum Hansina Iversen hevur gjørt til framsýningina

Partur av veggmálningi, sum Hansina Iversen hevur gjørt til framsýningina

2019-06-03 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin lat Summarframsýningin í Steinprenti upp. Framsýningin, ið hevur heitið ”My own space”, fevnir um rúm í list, list í rúmi, egið rúm og felags rúm.

Framsýningarheitið stavar frá einum viðtali á Liverpool Biennaluni við Hanna Bjartalíð, har listamaðurin greiðir frá hvaðani íblásturin til hansara verk kemur. Hann sigur hugskotini koma frá einum serligum staði, sum hann kallar sítt egna rúm.

Og eingin ivi er um, at rúm eru grundleggjandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, bæði í málningum og samansettum verkum, men ikki bara hjá honum. Tí umframt tey rúm, vit uppliva í listaverkum og tað pláss, hesi verk taka, so hava listafólk síni egnu rúm og hesi rúm er tað, Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um.

Talan er um eina sera fjølbroytta og undirhaldandi framsýning við góðari føroyskari samtíðarlist við málningum, prentum, standmyndum og lutum, ið alt samalt onkursvegna snýr seg um ella definerar eitt egið rúm innan so ymiskar listagreinar sum olju- og akrylmálningar, vatnlitamálningar, installatiónir, standmyndir, veggjamálarí og prentmyndir.

Luttakandi listafólkini eru: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Anný Ø. Djurhuus, Rannvá Kunoy, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Mie Mørkeberg, Zven Balslev, Marius Olsen, Bjørn Nørgaard, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen. Kinna Poulsen er kurator. 

[object Object]
Silja Strøm

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder