Tvey hitamet vórðu í dag sett í einum øki millum Tróndheim og Bergen í Noregi.
Nýggja metið helt ikki í nógvar minuttir áðrenn eitt nýtt hitamet fyri januar varð sett. Tað hendi í Sunndalsøra millum Tróndheim og Bergen, har hitamátarin fór upp á 19,0 hitastig í dag.
Stutt frammanundan kundi Norges Meterologisk Institut annars fortelja, at gamla metið varð sligið, tá 18,6 hitastig vórðu máld í Åndalsnes, sum liggur í sama øki og m.a. er kent fyri Trollveggen, sum við síni 1700 metra hædd er hægsta steyrrætta berg í Evropa.
- Tað er eins og ein góður summardagur í Norðurnoregi, sigur vakthavandi veðufrøðingur á norsku veðurstøðini, Martin Granerød.
Gamla hitametið fyri januar mánað í Noregi var frá 1989. Tá vóru máld 17,9 stig í Tafjord, sum eisini liggur í sama øki millum Tróndheim og Bergen.
- Hesi støð uppliva ofta nógvan hita. Hetta er orsaka av sokallaða fønvindinum, ið ger at luftin hitast upp, tá hon kemur oman av einum fjalli, sigur Granerød, sum upplýsir, at hitametini frammanundan eru sett út móti endanum av januar mánaði.
Endin av 2019 var bæði vátur og lýggjur í Noregi, og onki bendir á, at veðrið verður stórt øðrvísi.
- Alt bendir á, at vit fáa lýtt veðurlag heilt fram til endan av mars mánaði, sigur Erik Kolstad, sum er veðurlagsfrøðingur, við NRK.
Hetta kann gerast ein trupulleiki hjá fólki, sum hava ætlanir at standa á skíðum í Noregi í vetur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald