placeholder
Innanlands

Summarsólstøður í Sandágerði í kvøld

Tiltakið verður í kvøld klokkan 21 – Á skránni verður røða, felagssangur, og bál

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-21 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandágerði.

Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu, og eisini verður felagssangur. Skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft, skrivar Tórshavnar kommuna.

– Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plaga nógv fólk at savnast til hetta hásummartiltak í Sandágerði. Vit heita tí á fólk um at minnast til fylgja tilmælunum um handreinføri og frástøðu, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder