Mentan

Summartónar frá Guðrið Hansdóttir við bólki

Útselt var til útgávukonsertina í vár hjá Guðrið Hansdóttir í Norðurlandahúsinum herfyri. Nú fer hon aftur á pall, hesa ferð verður konsertin ókeypis

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-18 10:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nürnberg Pop. 

Útgávan ‘Gult myrkur’ var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023. Í apríl í ár kom hennara nýggja heildarútgáva við heitinum ‘Sýrublað’. Í hesum sambandi hevði Guðrið eina útselda útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Tá vóru helst fleiri, ið ikki fingu atgongumerki. Men nú verður aftur møguleiki at hoyra hana, tá hon fer at hava konsert við bólki 22. juni, klokkan 15. 

Konsertin er ókeypis og partur av Summartónum 2026

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder