Innanlands

Summartónar í Runavíkar kommunu byrja sunnudagin 6. juni

Fýra konsertir vera í tíðarskeiðinum frá 6. juni til 25. juli - á Bókasavninum við Løkin, í Oyndarfjarðar skúla og í Elduvíkar kirkju. Tann fyrsta konsertin verður við Løkin, har dentur verður lagdur á føðingardagar

2021-06-01 19:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum vant vera fleiri summartónakonsertir í Runavíkar kommunu. Konsertirnar vera í tíðarskeiðinum frá 6. juni til 25. juli á Bókasavninum við Løkin, í Oyndarfjarðar skúla og í Elduvíkar kirkju, og tær fevna um fleiri ymisk ljóðføri og sang.

Lagt verður til brots nú sunnudagin 6. juni kl. 16 á Bókasavninum við Løkin. Kenneth Jones, trompet, og Birgitte Schnakenburg, klaver, framføra.

Til hesa Summartónar konsertina, er dentur lagdur á føðingardagar: 100-ára hald fyri Marcolm Arnold (trompetkonsert hansara) og Astor Piazolla ("Oblivion"), og 150-ára hald fyri Guillaume Balay (Andante og Allegretto). Harumframt verður Posthornsolo hjá Gustav Mahler framførd og eisini soloklaver av Tre klaverstykker hjá Carl Nielsen og Klaverstykker hjá tónaskaldinum Paula í Sandagerði. 

Øll skráin á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder