Mentan

Summartónar í Salt

Fimm ymiskar konsertir eru á skránni komandi tíðina

2020-07-22 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

23. juli - Elinborg og Jógvan:
Elinborg og Jógvan arbeiða bæði við nýggjum tónleiki, sum tey fara at útgeva komandi ár. Tónleikurin snýr seg um evnir sum sorg, ótta og kærleika. Við sangi og huglagi verða orð sett á kenslur, sum vit menniskju berjast við.

26. juli - Cinthia Gonzalez Parada & Yggdrasil:
Bólkurin Yggdrasil bleiv stovnaður av tónasmiðinum og klaverleikaranum Kristian Blak í 1981. Sunnudagin 26. juli hevur bólkurin kilenska sopranin og kórleiðaran, Cinthia Gonzalez Parada, afturat sær.

2. august - James Olsen Band 
Sunnudagin 2. august er konsert í SALT við James Olsen Band. James Olsen er ein spennandi og undirhaldandi listamaður við merkisverdum evnum til “scatting” og “vocal-percussion”.

James Olsen Band, ein framúr gávuríkur bólkur sum fer at gleða sínar áhoyrarar við einari minniligari framførslu.

9. august - Reality Bytes
Sunnudagin 9. august er konsert við Reality Bytes, ið vann Sement tónleikakappingina í 2019. Bólkurin er kendur fyri sítt mikla kór, góða sang og fløktu ljóma

16. august - Andrias Blaasvær og Helena Joensen
Andrias Blaasvær og Helena Joensen leggja eisini leiðina fram við SALT sum partur av summartónaskránni. Tey bæði eru lesandi á danska Musikkonservatorienum og hava vunnið 1. og 2. virðisløn í tónleikakappingini Stella Polaris.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder