Fríggjakvøldið 5 juli fara Elvito at framføra í Reinsarínum í samband við Summartónar. Summartónar er ein afturvenandi festivalur ið gongur fyri seg yvur alt summar.
Inni á heimasíðuni hjá TK stendur soleiðis um konsertina: Hetta vælsignaða julikvøld, meðan ravnarnir flákra í luftini og ansa eftir tilverum okkara á fold, vilja vit bjóða tykkum vælkomnum til eitt hugnaligt, gátuført kvøld í Reinsarínum, har gestaframførslur og visuellar upplivingar verða ein partur av tónleikakonsertini hjá Elvito, ið fara at spæla nýtt tilfar og kynda huglagið til eitt dárandi summarkvøld í Tórshavn.
Elvito er verkætlanin hjá Rasmusi Borðoy og Bastian Petersen, ið eru búsettir í Keypmannahavn. Tónleikurin hjá teimum samansjóðar elektroniskt indie við tropiskar luteindir, ið skapar ein hugaheim, sum teir báðir búgva djúpt innií. Teir fortelja søgur um, hvussu tað kennist at vera á lívi í einum samfelagi við ov miklari ferð og ov lítlum samhuga.
Klaksvíkingar við Billy Joel
Seinni í mánaðinum fær Reinsaríið vitjan av klaksvíkingunum, sum tulka Billy Joel-sangir. Í sambandi við at Billy Joel fylti 70 ár 9. mai verður skipað fyri heiðurskonsertum.
Lagt verður upp til eitt brak av einum kvøldi, har fleiri av allarbestu og –kendastu av løgunum hjá Billy Joel verða spæld og tulkað.
Tey, ið tulka Billy Joel-hittini eru : Karl Martin Samuelsen, Daisy Johannesen Lolk, Hans Andrias Jacobsen, Ingibjørg Hansen og Rani Nolsøe. Orkestrið, ið spælir afturvið er mannað við Páll Sólstein, klaver, Jógvan Fróði Baldsvinsson, bass, Jens Pauli Joensen, trummur, og Rani Nolsøe, gittar.
Billy Joel-konsertin verður 17. juli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald