2019-07-17 13:37
Sunda Kommuna boðar frá, at tað verður trombon spælarin Dávur Juul Magnussen, sum kemur at spæla saman við Emily Nenniger, violin, og Jan Rúna Poulsen, sum spælir percussion. Konsertin verður niðri í Gjónni kl. 16.00, og talan er um ókeypis tiltak.
Í kvøkd verður sokallað mentanarkvøld á Gjáargarði. Sambært skránni hjá Summartónumverður verður konsert, matur og føroyskur dansur. Skráin sæst her
Summartónar koyrir nú á árið nummar 28, har ymiskar konsertir eru runt um í Føroyum. Sunda kommuna skrivar, at í samband við Summartónar í ár eru 14 konsertir við Gjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald