Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at summi fólk í gjárkvøldið vórðu noydd at klaga, tí tað var so nógvur gangur, at náttarfriður ikki fekst.
Í Havn fingu summi ikki sovið fyri gangi frá einum arbeiðsplássi. Hetta var nakað eftir klokkan 22. Arbeiðsgevarin fekk boð, og síani gav viðkomandi arbeiðsfólkunum boð um at steðga.
Í Klaksvík vóru róp og geyl at hoyra eina løtu. Fòlk kendu seg noydd at ringja eftir løgregluni. Tá patrulja kom á staðið sást ella hoyrdist tó eingin, sum larmaði ella gjørdi ónáðir, og so var náttarfriður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald