Uttanlands

Sunak klárar seg best í kappingini um Downing Street

Nú er talið av teimum, ið kappast um konservativa formanssessin, komið niður á seks

Rishi Sunak (Mynd: EPA)

Rishi Sunak (Mynd: EPA)

2022-07-14 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í Onglandi, Rishi Sunak, liggur klárt á odda í stríðnum um at gerast komandi formaður fyri konservativa flokkin í Onglandi og harvið nýggjur bretskuf forsætisráðharri.

Í gjár atkvøddu konservativu tjóðartingslimirnir millum tey átta valevnini, sum framvegis kappaðust um formanssessin, og her vórðu tvey valevni síðlað frá, nevniliga Jeremy Hunt og Nadhim Zahawi, sum fingu fætst atkvøður.

Nú eru seks formansevni eftir, sum skulu út í nýggja atkvøðugreiðslu í dag. Á atkvøðugreiðsluni í gjár fekk Rishi Sunak nógv flestar atkvøður, 88 tilsamans.

Hini valevnini fingu: Penny Mordaunt 67, Lis Truss 50, Kemi Badenoch 40, Tom Tugendhat 37, Suella Braverman 32, Nadhim Zahawi 25 og Jeremy Hunt 18. Teir báðir síðstnevndu eru síðan síðlaðir frá.

Upprunaliga boðaðu 11 valevni frá luttøku í stríðnum. Í dag verður aftur atkvøðugreiðsla, og tá verða aftur tvey valevni síðlað frá. Tá komið er niður á tvey valevni, verður uratkvøða millum allar umleið 160.000 limir floksins. Úrslitið verður klárt 5. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder