Uttanlands

Sunak sigur nei til orknsoyskar loysingarætlanir

- Best er at Bretland stendur saman sum ein eind, sigur talsmaður fyri bretska forsætisráðharran, nú orknoyingar viðgera uppskot um aðra stjórnarskipan fyri oyggjarnar

Rishi Sunak (Mynd: EPA)

Rishi Sunak (Mynd: EPA)

2023-07-04 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kemur ikki upp á tal, at Orknoyggjar sleppa at loysa frá Bretlandi og knýta seg tættari at Noregi.

Tað sigur ein talsmaður hjá bretska forsætisráðharranum, Rishi Sunak, nú politiskt valda oyggjaráðið í Orknoyggjum í dag skal viðgera eitt uppskot um eina “alternativa stjórnarskipan” fyri oyggjarnar. Tað hevur verið upp á tal, at Orknoyggjarnar kunnu gerast sjálvstýrandi partur av Noregi.

Orknoyggjar vóru partar av dansk-norska ríkinum í víkingaøld, men vórðu í 1472 latnar sum trygd í sambandi við at danska prinsessan Margreta varð gift við James III kongi í Skotlandi.

- Vit hava ongar ætlanir um at broyta okkara skipan, tí tað er best, um allir partar av Bretlandi standa saman sum ein eind, sigur talsmaðurin hjá forsætisráðharranum og vísir á, at Orknoyggjar fáa 50 milliónir pund árliga – tað eru góðar 430 milliónir krónur – sum verða brúktar til at varðveita vælferðina í oyggjunum, skrivar BBC.

BBC hevur eisini biðið norsku stjórnina um eina viðmerking til orknoysku ætlanirnar, men haðani er ongin viðmerking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder