Um konservativi flokkurin framvegis situr í stjórn í Stórabretlandi eftir valið 4. juli, er ætlanin at seta í verk tvungna herskyldu ella samfelagstænastu fyri øll 18 ára gomul.
Tað sigur bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak.
Ætlanin er, at øll 18 ára gomul skulu gera hertænastu í 12 mánaðir ella gera samfelagstænastu eitt vikuskifti um mánaðin í eitt ár - eitt nú hjá sløkkiliðnum, løgregluni ella heilsuverkinum.
Hetta skal tryggja, at ung í Stórabretlandi hava allar teir møguleikar, sum tey hava uppiborið, verður sagt.
Ætlanin er, at tey fyrstu 18 ára gomlu skulu gera tænastu í september 2025. Skipanin fer væntandi at kosta um 2,5 milliardir pund um árið - svarandi til 21,9 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Tvungin hertænasta hevur áður verið galdandi í Stórabretlandi, men hon varð avtikin í 1960.
Talsfólk hjá andstøðuflokkinum Labour finst at ætlanini hjá Rishi Sunak.
– Hetta er enn eitt vónleyst og ófíggjað tiltak frá einum Tory-flokki, sum longu hevur oyðilagt búskapin, sigur talsfólkið, sum leggur afturat, at skipanin bert er neyðug, tí at herurin orsakað av skerjingum hjá konservativa flokkinum, at "ikki hevur verið minni síðan tíðina hjá Napoleon".
Orsakað av skerjingum er talið á bretskum herfólkum minkað úr 100.000 í 2010 til umleið 73.000 í januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald