Tann 1. januar 2020 vóru 15 ár liðin, síðan tær 6 kommununar í Streymoynni og Eysturoynni løgdu saman í eina størri kommunu.
Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- Gjáar -, Saksunar og Sunda kommunur. Hetta samstarv var skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.
Hetta var, og er fyrstu ferð, at 6 kommunur í Føroyum hava lagt saman sjálvboðið sama dato.
Soleiðis greiðir Sunda kommuna frá tilgongdini á heimasíðu sínari, har boðað eisini verður frá, at 15-ára "føðingardagurin" kemur at merkjast í tiltøkum og virkseminum hjá kommununi í 2020.
Fólkatalið
Sunda kommuna skrivar, at tá kommunurnar løgdu saman 1. januar 2005 var samlaða fólkatalið í bygdunum 1.557. 31.desember 2019 var tað 1.806. Harvið er talan um ein vøkstur á 249 fólk - 16 prosent. Tað er tvífalt samanlagda vøkstrinum í landinum.
Nesvík hevði ein íbúgva í 2005. PF/Fiskaaling heldur til har, og leguhúsið har er miðdepilin hjá Kirkjuligu heimamissiónini. Harvið eru tvey arbeiðspláss har, hóast eingin er búsitandi í Nesvík. Tá legur eru, sum er javnan ígjøgnum árið, fer fólkatalið munandi upp.
Av teimum ellivu bygdunum í kommuni við føstum íbúgvum, er tað í Saksun, í Tjørnuvík, í Haldórsvík Við Gjógv, at tað búgva færri fólki enn tað gjørdi í januar 2005. Har er eisini ein munandi minking. Tað búgva til dømis bert 10 fólk í Saksun nú, burðaravlopið í Gjógv er -19 og tað búgva 55 fólk færri í Haldórsvík.
Rákið við at fólkatalið minkar í minni bygdunum og longur burtur frá miðstaðarøkinum, meðan tað er vaksandi í størri bygdunum, ið eru tættari miðstaðarøkið, sæst týðiliga. Størsti vøksturin er í Streymnesi (118 fólk), har tilflytingin eisini var størst (76) Prosentvís sæst størst vøkstur á Oyrarbakka (65), har fólkavøksturin eins og á Norðskála hevur verið 68. Burðaravlopið er størst í Hvalvík og í Streymnesi - 42
Nettotilflytingin samanlagt var 94 fólk og burðaravlopið var 155.
(Mynd: Sunda Kommuna)
Meira um fíggjarviðurskiftini sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald