
Í samband við at fíggjarætlanin hjá Sunda kommunu varð samtykt síðst í november, vóru nøkur punkt, har stig vórðu tikin á grønu leiðini. Hesi hevur sunda.fo í dag kunngjørt.
Býráðið hevur millum annað samtykt at seta 300.000 krónur av til jarðhitaskipan til kommunuskrivstovuna, ið er undir umbygging.
- Ætlanin er at bora eitt 400 metrar djúpt hol, at binda í verandi hitaskipan á kommunuskrivstovuni. Sostatt verður verandi oljufýring á kommunuskrivstovuni útskift við eina grøna loysn. Hetta verður fyrsta jarðhitaskipanin hjá kommununi.
Gongd verður eisini sett á at seta løðistøðir til el-bilar við bygningar hjá kommununi. Pengar eru settir av til at seta tvær løðistøðir í 2022. Ætlanin er at halda á við hesum arbeiði til løðistøðir eru í øllum bygdunum í kommununi. Í hesum sambandi hevur kommunan eisini í hyggju at skifta til el-bilar, so hvørt arbeiðsbilarnir verða skiftir út.
Harafturat ætlar býráðið at nýggja útstykkingin skal hava grøna hitaskipan, og tað skal gerast klárt til løðing av el-bilum á hvørjum grundstykki, boðar Sunda kommuna frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald