
Í løtuni eru nógvir føroyingar, sum eru lesandi uttanlands, í Føroyum og fylgja undirvísngini á netinum.
Í tí sambandi ætlar Sunda kommuna at bjóða lestrarhøli til lesandi á hægri lærustovnum. Í fyrstu syftu er talan um tíðarskeiðið beint eftir páskir og fram til summarferiuna.
Hesum boðar kommuna frá á heimasíðu sínari
- Fysiska undirvísingin, á flestu útbúgvingarstovnum uttanlands, er niðurløgd orsakað av corona. Í tí sambandi ynskja vit at kanna um tørvur er á lestrarhøli til tey, sum eru heimalesandi í løtuni. Hugsað verður serliga um tey sum eru heimalesandi, skulu skriva uppgávu ella fyrireika seg til próvtøku. Áðrenn fari verður út at finna hóskandi høli, vilja vit tó kanna hvør tørvurin er. Tey ið ynskja at gera brúk av hesi tænastuni verða tí biðin um at venda sær til trivnaðarsamskiparan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald