Innanlands

Sunda kommuna fer aftur at heiðra persóni ella felagsskapi

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 9. – 18. september. Øll kunnu senda uppskot inn um, hvør skal fáa Ársins Mentanaravrik 2021

Mynd: sunda.fo

Mynd: sunda.fo

2021-08-10 18:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda kommuna fer aftur í ár, at heiðra persóni ella felagsskapi, fyri serligt mentanaravrik. Herðaklappið verður givið til persón ella felagsskap, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgarnar í kommununi.

Hetta hevur verið handað á hvørjum ári síðani 2011, fyriuttan í fjør.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 9. – 18. september, og øll kunnu senda inn uppskot um, hvør skal fáa Ársins Mentanaravrik 2021.

Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.

Uppskotini skulu sendast til [email protected] áðrenn týsdagin 31. august á middegi. Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

Tey, sum áður hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

  • 2019 Andrass Midjord 
  • 2018 Edmund Joensen 
  • 2017 Leguhúsið í Nesvík
  • 2016 Hósvíkar róðrarfelag 
  • 2015 Nicolina av Kamarinum
  • 2014 Johannes Johannesen 
  • 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 
  • 2012 Asfinn Sigvardsen 
  • 2011 Esmar Dahl 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder