2018-12-07 19:31
Tá krúnprinsahúskið vitjaði í Føroyum síðst í august mánað, vitjaðu tey í bygdum í Sunda kommunu.
Og nettupp Sunda kommuna hevur givið myndabók út frá vitjanini. Flestu myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið, men aðrar myndir eru eisini við. Eitt nú heilt serlig mynd, sum Hennara Hátign Mary Krúnprinsessa tók við sínum egna myndatóli.
Krúnprinsahúskið vitjaði í Hvalvík, Haldórsvík og í Tjørnuvík tann 25. august í summar. Harafturat var krúnprinsurin úti í Stakkinum hendan dagin.
Myndabókin fæst til keyps á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald