![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
1. januar 2005 fór stór samanlegging fram. Hon fevndi um kommunur úr parti av Streymoynni og parti av Eysturoynni.
Tað var árið fyri, at avgerð varð tikin um, at seks kommunur skuldu leggja saman til eina.
- Samlaða Sunda kommuna tók við 1. januar 2005. Síðani tá hevur kommunan verið í rúkandi menning og fólkatalið er vaksið munandi.
Soleiðis skrivar Sunda kommuna á egnari heimasíðu. Hetta er í sambandi við kunngerðina um, at stórt hátíðarhald verður 7.- 9.mars.
Vikuskiftið skal markað tey tjúgu árini, og verður tað merkt av einari røð av savnandi tiltøkum.
- Á skránni til føðingardagin verður millum annað felags morgunmatur, hoppiland í høllini í SVS, fyrilestur, pubquiz, køkuborð, opið hús á kommunuskrivstovuni og annað.
Endalig skrá kemur út seinni í mánaðinum, skrivar sunda.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald