Innanlands

Sunda kommuna keypt bygning á havnarlagnum í Hvalvík

Áway hevur miðsavnað alt sítt virksemi í Norðragøtu. Tí hevur Sunda kommuna keypt bygningin frá fyritøkuni. Bygningurin skal brúkast til ognar- og veitingareindirnar hjá kommununi

Sámal Jákup Joensen, stjóri í Áway og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu (Mynd: Sunda.fo)

Sámal Jákup Joensen, stjóri í Áway og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu (Mynd: Sunda.fo)

2022-05-03 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áway og Sunda kommuna hava undirskrivað keypsavtalu um bygning á havnarlagnum í Hvalvík. Talan er um bygningin, sum bilverkstaðið hjá Áway hevur hildið til í, seinastu árini.

Sunda kommuna er ein kommuna í støðugari framgongd, og hetta setur eisini krøv til umstøður og hentleikar hjá kommununi. Í fleiri ár hevur millum annað verið tørvur á betri umstøðum til ognar- og veitingareindirnar hjá kommununi, og leitað hevur verið eftir hølum til endamálið.

Fyrr í ár vendi stjórin í Áway sær til kommununa og greiddi frá at tey høvdu ætlanir um at gevast við virkseminum í Hvalvík, fyri at miðsavna alt sítt virksemi í Norðragøta. Í hesum sambandi varð spurt um kommunan var áhugað í at keypa bygningin á havnarlagnum í Hvalvík. Hetta førdi til at Sunda kommuna og Áway í dag hava undirskrivað keypsavtalu.

Sunda kommuna harmast um at virksemi flytur úr økinum, men fegnast samstundis um at hon við keypinum, fær loyst ein hølistrupuleika og tryggjað tørvin hjá ognar- og veitingareindunum fleiri ár framyvir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder