Áarlopini seinnapartin í dag og í kvøkd gava elvt til avbjóðingar fleiri staðni. Eitt nú í Sunda kommunu eru tey hart rakt.
Við innkoyringina til Magn á Oyrarbakka rennur nógv vatn og tilfar út á landsvegin, sum er stongdur niðan til rundkoyringina omanfyri Norðskála.
(Mynd: Sunda kommuna)
(Mynd: Sunda kommuna)
Víst verður til vegin gjøgnum Norðskála og Svínáir, har fólk eisini mugu vísa størsta varsemi, tí nógv vatn er á vegnum í støðum.
(Mynd: Sunda kommuna)
Í Hósvík er Vørðuvegurin fyribils stongdur orskaða av nógvum vatni. Stórir sekkir verða brúktir til at leiða vatnið av vegnum.
Øll óneyðug koyring verður frárátt, eru boðini í Sunda kommunu.
(Mynd: Sunda kommuna)
Landsverk gavst klokkan 22 at rundda vegirnar og byrjar aftur klokkan 5 í morgin árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald