Innanlands

Sunda kommuna og Runavíkar kommuna á Vangan

Samstarvið við Talgildu Føroyar merkir, at borgarar í hesum kommununum nú kunnu brúka Vangan til eitt nú at søkja um dagstovnapláss og byggiloyvi

– Tað hevur avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu (Mynd: Sunda kommuna)

– Tað hevur avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu (Mynd: Sunda kommuna)

2022-06-25 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin komu tvær kommunur afturat tænastuveitarunum á Vanganum.

Borgarar í Sunda kommunu og Runavíkar kommunu kunnu nú brúka Vangan til at avgreiða fleiri talgildar tænastur, sum t.d. at søkja um dagstovnapláss og byggiloyvi.

Tað boða kommunurnar frá í tíðindaskrivi.

– Tað var ongantíð nakar ivi um, at Runavíkar kommuna skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum, og síggja vit við spenningi fram til tann dagin, táið vit aka við fullari ferð á hesi nýggju breytini, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í Sunda kommunu fegnast tey eisini um samstarvið við Talgildu Føroyar, og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur soleiðis:

– Sum ein stór og spjødd kommuna hevur tað avgerandi týdning, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis atgongd til okkara borgaratænastu í teirra nærumhvørvi, og við Vanganum røkka vit nú út í hvørja bygd, hvørt hús og næstan hvønn lumma í Sunda kommunu, samstundis sum ljóskaðal verður lagdur í nærum hvørt hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder