Innanlands

Sunda kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2020

Skattaprosentið verður óbroytt (21,5 prosent), eins og barnafrádrátturin verður (5.000 krónur) Íløgurnar verða fyri útvið 44 milliónir krónur, og skuldin verður við árslok í 2020 57 milliónir

Itrottarhøllin við Streymin í gerð (Mynd: Sunda Kommuna)

Itrottarhøllin við Streymin í gerð (Mynd: Sunda Kommuna)

2019-11-27 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at á býráðsfundi mánakvøldið 25. november varð fíggjarætlanin fyri 2020 endaliga samtykt.

Her eru nøkur av høvuðstølunum í fíggjarætlanini: 

Inntøkur: 89,5 mió.kr.
Rakstrarútreiðslur: 70,7 mió.kr.
Íløgur: 43,9 mió.kr
Skattaprosent (óbroytt): 21,5%
Barnafrádráttur (óbroyttur): 5.000 kr.

Býráðið hevur samtykt at gera íløgur komandi ár fyri tilsamans 43,9 mió.kr. Av íløgum fyllir byggingin av skúlanum og ítróttarhøllini við Streymin greitt mest. 37,1 milliónir verða settar av til hetta. 2,2 milliónir skulu eisini til umvælingar, bjáling og annað til skúlan í Hvalvík og kommunuskrivstovuna á Oyrabakka. eins og tvær milliónir skulu nýtast til innrætting av ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi.

Les eisini: Fótbóltur aftur við Margáir í 2020

Nettoskuldin hjá Sunda kommunu við árslok 2020 verður 57 milliónir - svarandi til 0,75 ferðir eina álíkning.

Kommunan boðar frá, at fíggjarætlanin verður nú send landinum og verður løgd út á heimasíðuna komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder