
Við ársbyrjan 2022 hevur Sunda kommuna sett tvey fólk – ein hallarvørð, ið skal taka sær av dagliga arbeiðinum í Ítróttahøllini við Streymin, og ein trivnaðarsamskipara at fjølga um trivnaðin í kommununi.
Hans Andreas Dahl, sum seinasta árið hevur verið í fyribilsstarvi hjá kommununi, er nú settur í fast starv sum hallarvørður, og Hildur Durhuus, sum síðani mars 2021 hevur røkt farloyvisstarvið sum trivnaðarsamskipari hjá Sunda kommunu, er nú sett í fast starv.
Starvið sum hallarvørður er partíðarstarv, og fer Hans Andreas at røkja starvið afturat starvinum sum byggifrøðingur hjá Løvubetong. Hann er eisini virkin í EB hondbólti og hevur seinastu nógvu árini verið ungdómsvenjari hjá EB, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Trivnaðarsamskiparin – Hildur Durhuus – er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu og hevur hópin av uppgávum innan samskifti og samskipan.
Hildur hevur ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi. Sum trivnaðarsamskipari er Hildur eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini.
Hildur er útbúgvin Master í upplivingarleiðslu og hevur drúgvar royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði í privata geiranum og í almennu umsitingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald