
- Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir og landafrøðiliga er hon ein av størstu kommunum í landinum. Hetta skapar møguleikar, og setur eisini krøv til býti og skipan av ymsu økjunum. Kommunan hevur sett sær fyri at gera heildarætlanir innan býarplanlegging, útstykkingar, vetrarfriðing, vinnuøkir, ferðavinnu v.m. Sunda kommuna ynskir samstundis, at ganga undan á grønu leiðini og hevur eisini í hyggju at orða ein umhvørvis og orkupolitik.
- Sunda kommuna hevur sostatt nógvar ætlanir og uppgávur fyri framman. Í tí sambandi søkja vit eftir einum býarplanleggjara, ið saman við umsitingini og býráðnum, skal tekna, menna og gera býarskiparnarligar ætlanir fyri alla kommununa.
Soleiðis skrivar sunda.fo um støðuna og ætlanina við nýggja verkætlanarstarvinum í kommununi.
Viðkomandi skal arbeiða við millum annað við býarskipan og heildarætlanum í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald