
Breiðbandsferðin í parti av Sundalagnum verður nú uppstigað. Størri øki á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála hava í dag breiðbandsferð, ið ynski hevur verið um at fáa hækkað.
Við góðum samskifti við NET, eftir eini royndarverkætlan, verður nú sett hol á arbeiðið at flyta Føroyar inn í eina nýggja tíð við háferðsbreiðbandi í hvørjum húsi, og byrjað verður í Sunda kommunu.
Í næstum verða ljóskaðalar lagdir inn í hvørt hús á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála. Húskini í økinum verða kunnað um arbeiðið, áðrenn farið verður undir innleggingar í grannalagnum, og málið er, at øll hús hava fingið ljóskaðal lagdan inn í ár.
Vit í Sunda kommunu fegnast um avgerðina hjá NET, at breiðbandið í økinum nú verður uppstigað til at verða í heimsflokki, og Sunda kommuna er longu nú í samskifti við NET, um at arbeiða við at fáa aðrar bygdir í kommununi við í ætlanina komandi árini.
Sunda kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald