Innanlands

Suni heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag

Suni Simonsen hevur verið formaður seinastu átta árini. Føroya Handverkarafelag er í løtuni í ymsum samráðingum um sáttmálar

2021-02-03 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum 5. juni 2013, og hann hevur sostatt verið formaður seinastu átta árini.

Nú er greitt, at Suni heldur fram í sessinum komandi fýra árini. Freistin at stilla upp til formann til komandi aðalfund hjá Føroya Handverkarafelag er úti, og einki mótvalevni var til formansstarvið. 

Hesum boðar Føroya Handverkarafelag frá í tíðindaskrivi í dag.  

Áðrenn hann gjørdist formaður, sat Suni nógv ár í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag og var eisini næstformaður í fleiri setum.

Føroya Handverkarafelag er í løtuni í samráðingum um at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving innan handverksvinnina á matstovum og gistingarhúsum. Hesi hava sum er ikki øll havt somu reglur at ganga eftir. Føroya Handverkarafelag er eisini í samráðingum um sáttmálan við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF. Hesin sáttmálin gekk út 1. oktober 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder