2024-01-16 10:07
Súni Selfoss heldur fram sum formaður í Starvsfelagnum komandi fýra árini, boðar felagið frá í tíðindaskrivi í morgun.
Tá freistin var farin á midnátt 15. januar, var bert ein fráboðan komin um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum. Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfoss, ið bjóðar seg fram til enn eina fýra ára setu.
Súni hevur verið formaður síðan 2016, og er hetta tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita.
Forfólkið skal endaliga staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður 9. mars, skrivar Starvsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald